Rodgers vil gera Liverpool flúgvandi

Nýggi Liverpool venjarin hevur stórar ætlanir fyri liðið, sum skal skifta skipan og skora fleri mál.

 

Seinasta kappingarár skoraði Liverpool bara 47 mál í 38 dystum. Tað var ikki meira enn halvtina av tí Manchester City skoraði, og á støði við WBA, Bolton og Blackburn.

 

Tað gav Kenny Dalglish eitt áttanda pláss, men tað ætlar Brendan Rodgers at broyta.

 

- Eg vil hava liðið at skora fleiri mál. Tað kann hjálpa okkum, og tað er tað, kappingin snýr seg um. Nógv verður tosað um málskoringina seinasta kappingarár. Fólk tosa um tveir áleyparar ella in áleypara, men tað snýr seg um spælararnar, sigur Brendan Rodgers við Liverpool Echo.

 

Til tess at skora fleiri mál, ætlar Rodgers at broyta spæliskipan til meira framkomna 4-3-3, sum hann eisini brúkti við hepnari hond í Swansea.

 

Stóran part av seinasta kappingarári spældi liðið 4-4-2. Fólk vildu hava tveir áleyparar frammi, men kortini søgdu øll, at liðið skoraði ov fá mál. Við 4-3-3 verður spælt við trimum áleyparum, alt eftir leikaratypum, antin tað verður spælt við einum heilt frammi og tveimum a veingjunum, ella ein frammi og hinir báðir longri inni á vøllinum.

 

- Tað merkir, at teir javnleikir, ið vóru í fjør, kunnu broytast til sigrar, og tapini til javnleikir. Megna vit at skora meira og standa stinnir í verjuni, kunnu vit vónandi fáa eina flúgvandi byrjan, sigur Rodgers.

 

Hansara fremsta uppgáva er at minka um munin millum Liverpool og top-fýra. Ein munur, sum í fjør var 17 stig, meðan Liverpool var heili 37 stig aftan fyri tey bæði Manchester feløgini.