Rodmundur Nielsen: Eg havi elskað starvið

Í gjár var síðsti starvsdagur hjá Rodmundi Nielsen sum borgarstjóri í Runavíkar Kommunu. Síðsta almenna uppgávan hjá honum var móttøkan í Rituvík í gjár, tá ið nýggja vatnverkið varð tikið í nýtslu. Sosialurin fekk orðið á fyrrverandi borgarstjóran

Rodmundur Nielsen segði nøkur orð á móttøkuni í gjár. Nógv nýttu høvið at heilsa honum og takka honum fyri hansara íkast tey síðstu árini sum borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.

Rodmundur fegnast um nýggja vatnverkið í Rituvík, sum hann metir var tiltrongt.

- Vatnið í Rituvík er karrátt kelduvatn, og tað hevur verið okkara ringa samvitska í nógv ár, so tað var gott at fáa tað í rætt lag síðsta dagin hjá mær, sigur Rodmundur smílandi.

- Summi vilja kanska vera við, at vit hava bíðað ov langa tíð eftir nýggja vatnverkinum, men okkara politikkur hevur altíð verið, at gjørt tað ordiligt, tá ið vit fara í holt við nakað. Vit ynskja ikki at hava eina lappaloysn, sum ikki er nóg góð. Seinastu árini hava vit sett 2 milliónir av hvørt ár til íløgur, sum skulu betra um drekkivatnið.

Framkomin stýriskipan
Rodmundur vísir á, at við nýggju stýriskipanini hjá kommununi, eru íbúgvararnir tryggjaðir bestu umstøður, tá ið tað ræður um drekkivatn:

- Alt er teldustýrt frá einum sentrali í Runavík. Soleiðis kunnu vit síggja øll hagtøl heilt frá Skálafirði til Rituvíkar í telduskipanini, og tað er ein stórur fyrimunur.

- Menningin má halda áfram, og vit fara framvegis at arbeiða við at fáa bestu umstøður, so at drekkivatnið lýkur tey krøv, sum verða sett. Æðuvík, Elduvík, Funningsfjørður og Oyndarfjørður mangla enn at koma í skipanina, men vónandi verður hetta gjørt í nærmastu framtíð.

Rodmundur Nielsen er væl nøgdur við arbeiðið. El-Teknik í Leirvík hevur staðið fyri tí teldustýrdu skipanini, og sambært Rodmund er skipanin tann mest framkomna í landinum.

Blandaðar kendslur
Mitt í gleðini yvir nýggja vatnverkið, merkir Rodmundur eisini eitt ávíst sorgblídni um at fara frá sum borgarstjóri.

- Tað passar ikki saman at vera so virkin innan vinnulív, sum eg eri, og eisini at vera borgarstjóri. Eg havi elskað starvið, og eg havi einans góð minnir frá tíðini. Tað hevur verið eitt gott politiskt stev, har ið øll hava drigið somu línu.

- Eg minnist bara góðar løtur. Eg haldi ikki, at eg havi upplivað nakað keðiligt, so tað er sjálvandi ringt at fara frá einum so góðum starvið, sigur Rodmundur.

Rodmundur fer framhaldandi at vera við í politiska arbeiðinum í býráðnum. Nýggi borgarstjórin er Hans Jacob lamhauge.

- Eg og Hans Jacob eru sera ymiskir sum persónar, og tí verður tað sjálvandi ikki sami borgarstjóri. Sum sagt hava vit øll hava eitt gott felags stev, og tað vóni eg fer at halda fram við nýggja borgarstjóranum, sum hevur drúgvar royndir. Eg ynski honum alt tað besta, sigur Rodmundur.

Samanleggingarborgarstjóri
Rodmundur verður kanska best mintur sum "samanleggingarborgarstjórin". Í hansara tíð er kommunan vaksin nógv, og hann metir sjálvur, at kommunan verður enn størri.

- Samanleggingarnar hava gingið væl. Sjálvandi er tað altíð okkurt, tú kundi havt gjørt øðrvísi, men eg angri einki. Tað hevur verið ein spennandi tilgongd, og Runavíkar Kommuna stendur frammanfyri einari stórari menning.

- Runavíkar Kommuna er altíð opin fyri samanlegging, og um áhugin gongur báðar vegir, er møguleikin heilt vist til staðar. Sæð yvir longri tíð, meti eg tað vera upplagt, at Eysturoyggin verður ein kommuna, sigur Rodmundur.

Gleðir seg til at sleppa ígongd
Rodmundur Nielsen fer nú burturav at starvast sum stjóri í sínum fyritøkum.

- Eg gleði meg til at sleppa ígongd. Nú fari eg ein túr til Íslands at kobla av, men hósdagin klokkan 13 fari eg til arbeiðis.

Árini sum borgarstjóri hevur givið Rodmundi nakrar royndir, sum koma honum til góðar í vinnulívinum.

- Eg havi skapað mær eitt netverk og nakrar kontaktir. Hetta kann koma til góða, tá ið okkara vegir aftur krossast, og vit kenna hvønn annan frammanundan. Eisini havi eg starvast í 10 ár sum stjóri í Statoil, so eg eri ikki óroyndur.

- Tað er stuttligt at gera mun, og nú fari eg at leggja alla mína orku í vinnulívið. Eg fari at leggja meg í selarnar og gera mítt besta.