Rodrigo til Ukreina

- Ja, eg havi fingið sáttmála í Ukreina, og tað eri eg sera fegin um. Venjarin hevur sýnt mær stórt álit, og eg eri spentur upp á uppgávuna.

Tað hevur verið greitt í longri tíð, og nú er tað endaliga staðfest. Brasilianski Rodrigo spælur ikki í Formuladeildini í komandi kappingarári.

Fjepparasíðan hjá KÍ, blaabylgjan.com, skrivar, at Rodrigo hevur gjørt avtalu við FC Karpaty Lviv, sum í løtuni liggur nummar níggju í bestu ukreinsku deildini. Sáttmálin er galdandi í trý ár.