Hvat gert tú fyri at halda teg sunna?
- Eg royni at íðka ítrótt hvønn dag. Tað, sum mær dámar best, er at renna mínar 5-10 kilometrar dagliga. Eg gangi eisini regluliga runt Húsareyn í ein til tveir tímar, og hetta er besta sálarbót sum finst.
Tað sigur Annika Olsen.
Hon vísir á, at hon eisini tekur onkran svimjitúr av og á, og so gongur hon eisini við hundinum.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Ítróttur, rørsla og góð heilsa hava sera stóran týdning. Tað er likamikið, um tað er lítið ella nógv, tú gert hvønn dag. Tað, sum er umráðandi, er at røra seg regluliga, sigur hon.
Annika Olsen sigur, at ítróttur eisini er góður fyri okkara børn og ungdóm, sum við hesum fær sunnar lívsvanar, og her liggja Føroyar í toppinum samanborið við onnur lond.
##med2##
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at vera virkin?
- Ja, tað hevur alt at siga fyri meg at vera virkin likamliga. Sum fyrrverandi landsliðssvimjari, so liggur tað íborið í kroppinum at vera virkin hvønn dag.
Og hon leggur aftrat:
- Tað heldur meg eisini likamliga viðlíka at vera virkin, og harumframt er hetta umráðandi fyri mína sálarheilsu. Ítróttur fær meg at hugsa jaligar og konstruktivar tankar, og ofta fái eg tey bestu hyggjuráðini, tá eg renni ella gangi á mínum longu túrum, sigur Annika Olsen.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini:
Eingin segði nakað tá eg vigaði 116 kilo - https://www.in.fo/news-detail/eingin-segdi-nakad-ta-eg-vigadi-116-kilo