Rørsla og sosial samvera í Fimi í summar

Fimleikafelagið Ljósið skipar fyri summarskúla fyri øll børn úr 1. og upp til 6. flokk í døgunum 29. juni til 2. juli. Endamálið er at geva børnum eitt gott høvi til at røra seg og læra nýggj børn at kenna í summarferiuni. Summi børn hava gjørt fimleik fyrr, onkur kanska í fleiri ár, meðan onnur koma fyri at vita, um fimleikur er nakað fyri tey – pláss er fyri øllum.

 

Ljósið skipaði eisini fyri summarskúla í fjør og eydnaðist hetta so væl, at eingin ivi var um, at tiltakið eigur at vera afturvendandi, siga fyriskipararnir.

 

Á skránni í ár er amboðsfimleikur, estetiskur fimleikur, crossfit, parkour, postarenning, spøl og hugni fyri rest. Børnini fara í tveir aldursbólkar – 1. til 3. flokkur (tey, sum fara í fyrsta flokk í ár eru vælkomin) og 4. og 6. flokkur. 

Byrjað verður kl. 09.30 um morgunin, og hildið verður á til kl. 13.30 allar dagarnar.

 

 

 

Tekning er her:

 

https://bit.ly/2Q83Knd