Tað er endaliga staðfest, at ongin konsert verður við Kenny Rogers í Føroyum. Sp/f Holmen, sum skuldi skipa fyri konsertunum, sigur, at teir eru snýttir fyri eina rúgvu av peningi, og at felagið nú hevur meldað umboðsmannin til løgregluna.
Av kriminaldeildini vátta teir, at Sp/f Holmen hevur verið í samband við løgregluna um hetta mál.
- Teir hava ongantíð havt ráð til Kenny Rogers, og tað, sum teir siga er loddrøt lygn, sigur Cutter Mehri, sum í hvussu so er hevur umboðað Sp/f Holmen í sambandi við Kenny Rogers konsertirnar.
Benny við Sandá undrast ikki um hetta.
- Maðurin hevur ikki so gott orð á sær, men vit fingu álit á honum, og nú hevur hann snýtt fyri sera nógvar pengar, og tað kemur bara meira fram, sigur hann.
Skelkaðir av støðuni
Fyriskipararnir siga seg vera serstakliga skelkaðar av støðuni, sum er íkomin, og greiða frá, at teir hildu alt vera í lagi, líka til teir fingu boð frá høllini á Hálsi, at konsertirnar ikki blivu veruleiki.
- Vit ringdu beinanvegin, og fyri fyrstu ferð sjálvir, til managaran hjá Kenny Rogers í Amerika og søgdu sum var. At vit vóru íleggarir til Kenny Rogers konsertirnar, sum skuldi verða í Føroyum og ynsktu at fáa váttað, at øll viðurskifti í samsvari við sáttmálan framhaldandi vóru í lagi. Sum tíðaerri vænta segði managarin, at Kenny Rogers konsertirnar vóru avlýstar, av tí orsøk, at teir ikki høvdu fingið alla depositum-upphæddina enn, og at managarin ongantíð hevði sent nakran teldupost til Cutter, sum segði at alt var ílagi og at vit bert manglaðu at gjalda tí seinastu upphæddina.
- Av tí, at okkara umboðsmaður hevði skipað tað soleiðis, og hevði stolið hesar upphæddir var sáttmálin við Kenny Rogers brotin aftanfyri okkara rygg, sigur Sp/f Holmen.
Visti tað altíð
Cutter Mehri vísir hinvegin á, at hann síðan marsmánað hevur væntað, at konsertirnar ikki blivu til veruleika.
- Eg roknaði alla tíðina við tí. Altso, at teir ikki høvdu ráð til konsertirnar. Men av tí, at eigararnir av Sp/f Holmen síggja út at vera væl fyri fíggjarliga á teirra livihátti, so helt eg onkursvegna, at tað fór at bera til. Seinni finni eg útav, at teir nýta allan peningin frá bilettsøluni til egna nýtslu og so taki eg sjálvur pengarnar úr Ekspert, sum løn fyri mítt arbeiði, sigur Cutter Mehri, sum er sannførdur um, at hinir royna at nýta hann til syndabukk í hesum málinum. Samstundis sum hann heldur, at hinir hava syrgt fyri, at hann fær torført við at skipa fyri konsertum aftur.
Sendu til privatkontu
Fríggjadagin skrivaði Sosialurin, at peningur vantaði, so at konsertin kundi gerast veruleiki.
Sp/f Holmen greiðir frá, at hesin peningurin varð fluttur, og at teir nú hava funnið útav, at hetta var ein privatkontu í Danmark, sum fekk peningin, og ikki rætti viðkomandi í Ameriku.
- Tað eri eg, sum havi gjørt allar avtalurnar, og avtalan var um at fara, tí Sp/f Holmen ikki hevði goldið nóg mikið av peningi. Tí kravdi eg, at pengarnir vórðu fluttir. Men tað er rætt, at tað var ein konto hjá mær, men eg trúði ongantíð, at pengarnir fóru at koma. Og tað gjørdu teir heldur ikki, sigur Cutter Mehri.
Báðir partar nevna eisini ymisk onnur dømi um løgnar hendingar í málinum. Og har eru partarnir heldur ikki samdir, men tað, sum stendur her, skuldi givið eina mynd uppá, hvussu málið stendur.
Ongin konsert
Hóast tað er ilt at siga, hvat er satt og ikki í hesum málinum, so kann endiliga endaliga staðfestast, at ongin konsert verður. Málið endar helst alt hjá løgregluni, og tað verður helst ikki fyrr enn dómur verður sagdur í møguliga málinum, at nøkur skuld endaliga kann verða givin.
Cutter Mehri trýr eisini, at fólk fáa peningin aftur fyri keypt atgongumerki. Júst soleiðis, sum Sp/f Holmen greiðir frá.
- Vit vilja heita á fólk, sum hava keypt atgongumerkir um at senda tey til postboks 1390, 110 Tórshavn og viðmerkja navn, telefonnummar, bústað og hvar atgongumerkið varð keypt áðrenn 1. august 2009, so vit kunnu gjalda upphæddina aftur.