Rógva nú ímóti Føroyum

Fýra íslendingar eru nú á veg tvørtur um Atlantshav ímóti Føroyum í árabáti.

 

Talan er um fýra íslendingar, sum hava sett sær fyri at rógva úr Noreg til Íslands í ár og næsta ár taka teir tað tyngra takið at rógva úr Íslandi til Kanada.

 

Teir siga, at tilsamans er talan um eina ferð 4.100 kilometrar, 1.600 kilometrar úr Noreg til Íslands og 2.500 kilometrar úr Íslandi til Kanada, umvegis Grønland

 

Álitið á ferðini, verður serbygdi árabáturin, Auður, har teir rógva tveir og tveir alla tíðina.

 

Teir fóru úr Sirevåg í Suðurnoreg mánadagin 10. Juni og og høvdu sjey dagar tvørtur um Atlantshav, til teir løgdu at landi í Kirkwall á Orkneyoyggjum tann 17. juni.

 

Ferðin varð strævin, siga teir tríggir á heimsíðu síni, tí tað var ringt veður við nógvum vindi og stórari aldu, eitt skifti vóru aldurnar heilt upp í 10 metrar stórar og tískil fingu teir eisini sjóverk.

 

Í Kirkwall hava teir hvílt seg og bíðað eftir betri veðri. Men teir máttu brynja seg við toli, tí teir máttu bíða ein heilan mánað eftir veðri, men í gjáramorgunin løgdu teir frá landi og settu kós ímóti Føroyum.

 

Teir siga, at teir gleða seg til at vitja frænda- og grannatjóð Íslands og teir vænta at leggja at landi í Porkeri einaferð í næstu viku, alt eftir, hvussu líkindini vera at rógva.

 

Myndin er av bátinum, teir brúka á ferðini og hon er av heimasíðu teirra.