Rói: Álopsparturin gekk framúr væl

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Róa Berg Hansen hjá Neistanum taka samanum sigurin á StÍF

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevði við stórskjúttan hjá Neistanum, Róa Berg Hansen, sum skeyt átta mál, tá Neistin vann 27-19, og harvið ein samlaðan 47-43 sigur í hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini.

 

Rói heldur, at tað gekk væl hjá hansara liði uppá allar mátar í dag. Hann heldur, at álopsparturin var til UG, og teir stóðu væl í verjuni. Hann vil tó framhevja Nicholas Satchwell í málinum, sum stóð ein branddyst.

 

Rói er ovurfegin um at hava vunnið seg í steypafinaluna saman við liðfeløgunum, og hann slær fast, at neistamenn ætla at vinna steypafinaluna.