Rói er nú málverji í KÍ

23 ára gamli havnarmaðurin fer nú at spæla fótbólt í Klaksvík

KÍ venjarin Magne Hoseth og Rói Mørk Hentze Mynd: ki.fo

So er tað alment váttað, sum leingi hevur ljóðað.

 

KÍ boðar nú frá, at felagið hevur skrivað sáttmála við Róa M. Hentze.

 

23 ára gamli málverjin vaks upp í B36, og í fjør umboðaði hann B68.  

 

Eingin ivi er um, at talan er um evnaríkan málverja, sum nú verður partur av KÍ hópinum.

 

Í 2020 spældi hann fýra U-21 landsdystir, men síðani hava skaðar havt við sær, at Rói ikki so ofta hevur verið á vøllinum.

 

Á sumri í 2021 flutti hann til B68 og spældi 11 dystir, og í fjør var hann ætlaður at vera fyrsti málverji í felagnum, men skaðar vóru orsøkin til, at hann bara spældi 11 dystir. Tann síðsti var 14. august, tá ið B68 vann 6-2 í Sørvági.

 

KÍ venjarin Magne Hoseth og Rói Mørk Hentze Mynd: ki.fo