Rói og Hallby taptu tepurt fyri oddaliðnum

Rói Ellefsen á Skipagøtu var næstbesti málskjúttin tá Hallby tapti fyri AMO á heimavølli

Uppflytararnir, AMO hava styrkt seg væl til kappingarárið í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Í kvøld var AMO á vitjan í Jönköping fyri at spæla dyst móti Róa Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgnum í Hallby.

 

Rói og liðfelagarnir máttu lútað tepurt 30-32. Í steðginum var Hallby á odda 20-17, men tað lá ikki líka væl fyri við málskjótingini.

 

AMO er nú fremst í deildini við fullum stigatali, átta stigum. Hallby er nummar í deildini við fýra stigum fyri fýra dystir.

 

Rói gjørdist næstbesti málskjúttin hjá Hallby við seks málum. Harumframt legði Rói upp til trý mál hjá liðfeløgunum. Albin Broman gjørdist toppskjútti hjá Hallby við átta málum. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir Hallby á útivølli móti Lugi í universitetsbýnum, Lund.