Rói og HØJ taptu oddauppgerðina móti Ringsted

Fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið var HØJ fyri tapi í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ leiktu fríggjakvøldið á heimavølli oddauppgerð móti TMS Ringsted í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Úrslitið var, at HØJ fyri fyrsta tapinum hetta kappingarárið. Ringsted vann dystin 29-26. Í steðginum var støðan javnleikur 12-12. 

 

Rói skoraði eitt mál fyri HØJ hesaferð. 

 

HØJ er tó framvegis oddalið við 15 stigum, einum stigi meir enn Ringsted og Skive, ið hava 14 stig hvør. HØJ og Ringsted hava leikt níggju dystir. Skive hevur leikt 10 dystir.

 

Liðið hjá Róki Akralíð, HC Aarhus vann á heimavølli 26-24 á Skive. Í steðginum var Aarhus á odda 11-10.

 

Støðan:

 

 

 

Nr.LIÐ:DystirStig
1HØJ 915
2TMS Ringsted914
3Skive fH1014
4Rækker Mølle810
5Team Sydhavsøerne910
6IK Skovbakken109
7TM Tønder99
8Aarhus HC98
9FIF88
10Otterup HK97
11Roskilde95
12Odder Håndbold94
13Grindsted83