Rói toppskjútti tá HØJ vann fyrru uppflytingarfinaluna

Rói Berg Hansen og liðfelagarnir í HØJ fingu eitt gott útgangsstøðið undan seinna dystinum í Grindsted

Rói Berg Hansen var eyðsýndur og var toppskjútti við sjey málum tá hann og liðfelagarnir í HØJ vunnu fyrru uppflytingarfinaluna í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti Grindsted á heimavølli.

 

HØJ vann dystin 28-22. Í steðginum var HØJ á odda 12-9.

 

HØJ hevur sostatt eitt gott útgangsstøðið undan seinna dystinum, ið verður leiktur í Grindsted 1. mai. Um HØJ tapir við fimm málum ella við færri málum enn tað vinna Rói og liðfelagarnir í HØJ samanlagt.