Rok í Vágsbotni

Arbeiðið upp á uppihaldstrappuna er byrjað og eingin ivi er um, at hetta fer at vera til stóran ampa fyri ferðsluna í miðbýnum.

Nú er farið undir at gera uppihaldstrappuna í Vágsbotni.

 

Upprunaligu boðini frá Tórshavnar kommunu vóru, at arbeiðið skuldi byrja 7. Apríl, men dagurin kom og fór, uttan at nakað hendi.

 

Nøkur skelti vóru sett upp, men tikin burtur aftur eftir stuttari tíð. Síðani varð sagt, at sáttmáli um arbeiðið ikki varð undirskrivaður enn, men tað skuldi gerast 16. Apríl. Men eisini tann dagurin kom og fór, uttan at nakað hendi.

 

Loksins, 25. Apríl, varð sáttmáli undirskrivaður millum Tórshavnar kommunu og Andrias Berg um at gera trappuna, og nú er arbeiðið av álvara farið í gongd.

 

Í gjár vóru skelti sett upp í økinum og í morgun er Bryggjubakki avbyrgdur, soleiðis at tað ikki er koyrandi út á Reyn tann vegin.

 

Gyrðingarnar um økið avmarka eisini ferðsluna gjøgnum Mylnugøtu, so har er einans ein koyribreyt opin.

 

Eingin ivi er um, at sannur ruðuleiki verður í ferðsluni í Vágsbotni komandi tíðina.

 

Arbeiðið skal vera liðugt 26. juni.