Rok­skipari takkar fyri seg

Josep Guardiola hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram sum venjari hjá FC Barcelona. Tað gjørdi hann greitt á einum tíðindafundi fundi fríggjadagin. Á sama tíðinda­fundinum varð eisini greitt at tað verður hjálparvenjarin, »Tito« Vilinova, ið tekur við sum venjari

Eftir trý gylt ár og eitt minni gott ár skal Barcelona nú byrja á nýggjum. Eitt tíðarskeið við 13 heit­ium og einum viðurkendum fót­bólts­stíli er komið at enda. Josep Guardiola hevur fingið nokk av krevjandi starvinum sum venjari hjá Barcelona.
– Fýra ár sum venjari hjá Barce­lona er ein long tíð. Eg eri komin so tætt upp á Barcelona at eg ikki síggi tað sum hendir í felagnum. Eg eri eisini mentalt troyttur og Barcelona hevur ikki uppiborið at hava ein venjara, sum er tað, segði Josep Guardiola millum annað á tíðinda­fundinum.
Men hvat er tað Josep Guardiola leggur eftir sær eftir fýra ár sum venjari hjá Barcelona? Fleiri meta at hetta Barcelona liðið er eitt tað besta nakrantíð, meðan onn­ur eru troytt av Hollywood kenda skuðuspælinum hjá fleiri av leik­ar­unum. Og hvat við »Tito« Vilanova, maðurin, sum José Mourinho royndi at prika eyga úr. Kann hann koppa Real Madrid og José Mourinho?

Trý gylt ár
Josep Guardiola tók við sum venjari eftir Frank Rijkaardi í 2008. Frank Rijkaard var við til at venda skútuni í kappingarárinum 2003/04, sum hev­ur lagt til grundar ein part av tí Barcelona, ið við kenna í dag.
Við Ronaldinho á odda kom Barcelona eftir nøkur minni góð ár aftur á toppin í evropskum fótbólti og vann millum annað Champions League í 2006.
Í 2008 vann Real Marid sponsku landskappingina á øðrum sinni og Barcelona hevði til eitt vist mist stevið. Tað var tí heitt á fyrrverandi liðskiparan í felagnum og venjaran hjá B-liðnum, Josep Guardiola, at standa á odda fyri liðnum.
Tað gjørdi hann væl og Barce­lona liðið seinastu fýra árini hev­ur staðið fyri nøkrum av tí besta fótbóltinum, sum heimurin hevur sæð. Liðið hevur somuleiðis vunn­ið sponsku landskappingina trý ár á rað og tvær ferðir vunnið Champions League, umframt at komi í hálvfinalurnar hini bæði árini.
Tað, sum hevur eykent Barce­lona hesi seinnu árini, er tann so­kallaði »Tiki-Taka« fótbólturin við nógvum smáspæli, endaleysum álops­fótbólti og góðum bóltførleika. Í 2009 vann Barcelona Champions League móti Manchester United í Rom. Eftir eina góða byrjan mátti Sir Alex Ferguson bara ásanna, at Barcelona var omaná í finaluni, ið endaði við einum 2-0 sigri Barce­lona. Tvey ár seinni møttust somu feløgini í finaluni, hesa ferð á Wembley. Enn eina ferð ásannaði venj­ari hjá Manchester United, at Barcelona var felagið, ið hini mugu meta seg eftur um tey vilja verða tað besta. Barcelona vann 3-1, eftir at Manchester United aftur hevði spælt betri fyrstu løtuna.
Hetta var toppinum hjá Xavi, Andrés Iniesta, Lionel Messi og Josep Guardiola. Trý ár við trimum meistaraheitinum og tveimum sigrum í Champions League.
Men longu tá var greitt, at Josep Guardiola ikki fór at verða eins drúgvur í sínum starvið sum menn sum Sir Alex Ferguson og Arsene Wenger. Longu tá tosaði hann um at taka frí í eitt ár og tá hann longdi sátt­málan, so var talan bara um eitt ár.

Endin er komin
Undan hesum kappingarárinum var Barcelona saman við eitt nú Real Madrid favorittur at endurvinna Champions League steypið. Tað sást tó tíðliga í landskappingini, at Barcelona ikki var tað sama sum tey seinastu trý árini, meðan Real Madrid var sterkari enn seinnu árini.
Hvørt einasta mista stig bleiv revsað og flótandi “tiki-taka” spælið var ikki eins sannførandi. Serliga á útivølli gekk illa og Real Madrid vann sær eina sunna leiðslu.
Tað var tí við stórum sjálvsáliti, at Real Madrid tóku ímóti Barcelona í fyrru El Clasico uppgerðini á Santiago Bernabeu. Hóast Real Madrid kom á odda longu í fyrsta min­uttinum, so vann Barcelona sann­førandi og eina løtu tóktist Barce­lona hava funnið formin og spæli­gleðina aftur.
Í nýggja árinum blivu bæði Bayern Leverkusen og AC Milan skump­aði til viks og munurin upp til Real Madrid minkaði í hvørjum, men upp á fýra dagar misti Barce­lona alt á gólvið og staðfesting av at eitt gylt tíðarskeiði er komið at enda, er ikki til at taka feil av.
Fyrst kom Real Madrid á vitjan á Nou Camp. Barcelona skuldi vinna fyri at gera sær nakrar takanar um at vinna fjórða meistaraheitið, men dysturin endaði við 2-1 sigri til Real Madrid, sum tá alt kom til alt vann uppiborið.
Fýra dagar seinni kom Chelsea á vitjan í seinnu hálvfinaluni í Champions League og aftur hesa ferð megnaði Barcelona ikki at greiða sína uppgávu. Hóast Chelsea bara vóru tíggju spælarar í meiri enn helm­inginum av dystinum, so megn­aði Barcelona ikki at vinna dystin í engari holu.
Endaliga staðfesting kom tá Fernando Torres tvísporaði av­stað móti Barcelona málinum og tryggj­aði Chelsea eitt pláss í Champions League finaluni.
Upp á fýra dagar misti Barcelona møguleikan fyri at vinna La Liga, Champions League og tveir dagar seinni takkaði venjarin fyri seg.

Eftirmælið
Er Barcelona 2009-2011 tað besta heim­urin nakrantíð hevur sæð? Tað eru tað nokk nógvar ymiskar meiningar um. Tað eru tey, ið meta at fót­bólturin, ið Barcelona hevur spælt hesi seinnu árini er tað vakrasta fótbóltsheimurin hevur sæð. Onnur halda tað er óáhugavert við ov lítlari ferð. Ov einstátta, tá tað ikki riggar.
13 heiti upp á fýra ár er heldur ikki komið uttan at hava skapt nakrar óvinir. Serliga eru tað ávísar dømingar og óvanin hjá Barcelona leikarunum at tveita seg í grasið hvørja ferð onkur nertur við teir, ið hevur fingið øði í fólk.
Ongantíð í nýggjari tíð hevur eitt lið á sama hátt sum Barcelona domi­nera evropskan fótbólt, men ger tað teir betri enn AC Milan undir Arrigo Sacchi, Juventus liðið mitt í 90’inum, ella Manchester United liðnum, sum er komið í Champions League finaluna tríggjar ferðir mill­um 2008 og 2011?
Tað er nokk nokk upp til tann einstaka fótbóltsfjepparan at av­gerða. Akkurát sum við kjakinum um hvør er heimsins besti fótbólts­leikari. Lionel Messi ella Cristiano Ronaldo? Tað finst ikki ein uni­versal staðfesting av hvør er betri, tað er upp til tann einstaka.
Ber tað til at siga, at Barcelona 2009-2011 er tað besta liðið nakran­tíð – avgjørt. Er tað tað? Tað er upp til tín.

Nýggj byrjan
Barcelona skal nú byrja av nýggjum og maðurin sum skal standa á odda fyri nýggja Barcelona liðnum verður »Tito« Vilanova. 42-ára gamli spaniólin hevur verið verið hjálpar­venjari hjá Josep Guardiola síðani hann í 2007 tók við starvinum sum venjari hjá Barcelona B.
Tey flestu kenna helst »Tito«, sum mannin, ið José Mourinho prikaði í eyga eftir Super Cup dystin undan hesum kappingarárinum. Tá segði José Mourinho seg ikki kenn­ast við hann og kallaði hann enntá fyri »Pito«, sum kann umsetast til pissilingur. Um hann ikki visti hvør hann var tá, so koma teir kom at kenna hvønn annan komandi kappingarár, tá Real Madrid og Barcelona aftur fara at stríðast um spanska meistarheitið.
Seinast Barcelona byrjaði av nýggj­um rullaði fleiri kend høvd. Menn sum Samuel Eto’o, Ronaldinho, Gianluca Zambrotta og Deco blivu allir seldir. Spurningurin er so hvat hendir við í Barcelona kom­andi árið. Nøvn sum Dani Alves og Gerard Pique hava verið nevd sum leikarar, ið møguleiga ikki halda fram, meðan Carles Puyol og Xavi Hernandez eru farnir at eldest.
Ein rokskipari hevur lagt frá sær, so nú verður spennandi hvat stýrimaðurin hjá honum kann fiska av steypum. Tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, tí hann er uppi ímóti einum øðrum rokskipara á einarari stóri skútu.

- - -

Barcelona 2009-2012 við Josep Guardiola við róðrið:

La Liga: 2008/09, 2009/10 og 2010/11
Champions League: 2008/09 og 2010/11
Copa del Rey: 2008/09
Super Cup Spania: 2009, 2010 og 2011
UEFA Super Cup: 2009 og 2011
FIFA World Cup: 2009 og 2011