Fyrrverandi næstformaðurin í Vinstra, Kristian Jensen, hevur í dag sum ein av fyrstu persónunum í miðdeplinum í flokkinum viðmerkingar til bókina hjá fyrrverandi forsætisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen.
– Tað er eingin loyna, at Lars og eg høvdu okkara ósemjur. Kortini eri eg harmur og keddur í dag.
– Eg eri Vinstra-maður, og tí fái eg ilt í mítt flokshjarta av at síggja álop á Jakob Ellemann-Jensen og tann flokkin, sum Lars hevur givið sítt, men sum hevur givið honum nógv meira aftur.
Soleiðis skrivar Kristian Jensen í einum uppslag á Facebook um, hvussu Lars Løkke Rasmussen vendir nýggja vinstraformanninum bakið í komandi bókini, »Om de fleste og det meste«.
Kristian Jensen heldur, at Ellemann hevur lagt røttu kósina fyri flokkin. Harumframt heitir hann á allar limir um at »stuðla kósini hjá Jakob«.
– Tað kann vera trupult at siga valdinum farvæl og teimum størvum, sum tú hevur fingið. Tað veit eg sjálvur – tað skalt tú venja teg við – men tað broytir ikki upp á tað, at flokkurin altíð er og skal vera størri enn einstaklingurin, líka mikið hvussu høgt uppi tú sjálvur hevur sitið.
Í bókini heldur Løkke fast við, at hann sær samstarv tvørtur um miðuna sum avgerandi fyri, at Vinstri aftur kann fáa forsætisráðharrasessin. Um bláa veingin skrivar hann:
– Hann er ov splittaður, tann politika felagsmongdin er ov løtt, og tað eru útlit fyri, at ov nógvar atkvøður fara fyri skeyti.
Tað er beint ímóti tí kós, sum Jakob Ellemann-Jensen hevur sett fyri Vinstra.
Á summarfundi floksins herfyri avvísti hann greitt samstarv yvir miðjuna og segði seg vera »loddrætt ósamdan« í »nærum øllum«, sum tey Radikalu meina á útlendingaøkinum.
Bókin hjá Lars Løkke Rasmussen kemur út í morgin, men er longu umrødd í fleiri donskum miðlum. Higartil hava bert Sophie Løhde, politiskt talsfólk, í einum stuttum sms’i til fleiri miðlar viðmerkt bókina.
– Tað er væl kent, at Lars fegin vildi hava eina stjórn tvørtur um miðjuna. Tað gekk ikki. Og Vinstri hevur í dag ein nýggjan formann, sum frá byrjan hevur lagt ein greiða borgarliga-liberala kós, sum hevur breiðan stuðul í Vinstra.
– Líka mikið flokk er tað altíð trupult at sleppa valdinum sum forsætisráðharri og formaður, og eg haldi, at vit skulu síggja útsøgnirnar hjá Lars í hesum samanhagi. Men tað broytir ikki upp á politikkin hjá Vinstra, skrivar hon.
Løkke nertir í bókini við fleiri smálutir um uppgerðina við Kristian Jensen í 2014.
Kristian Jensen sigur í sínum Facebook-uppslag, at hann ikki hevur fleiri viðmerkingar.
/ritzau/