Í dag varð asfalterað millum Angus og Varpið og heilt oman á Sandin. Tó skal ikki verða gjøgnumkoyrandi her frá Klaksvíksvegi og oman á Sandin.
Her er fyri tað mesta talan um høvuðsatgongdina hjá Politinum við bilum sínum til og frá Løgreglustovuni.
Hesin partur hevur ligið opin í longdi tíð vegna alskyns leiðingar, ið her eru lagdar vegna byggingina av Mentanarhúsinum, men sanniliga eru eisini framtíðarleiðingar frá m.a. Føroya Tele við fipurleiðingum lagdar hendavegin og niðan á Klaksvíksvegin.
##med2##
##med3##
Tað sama er við sjóhitaskipanini, el-veitingar, vatn til brandkrana, leiðingar til pumpubrunnar og so mangt annað.
Nú verður hesin vegurin farbarur aftur hjá Politinum, sum teir hava bíðað leingi eftir. IRF og vørubilar kunnu nýta partar av vegnum, eins og sjónvarpsbilurin vónandi kemur at standa niðri við galvin á Løgreglustovuni – helst nakað oftani.
##med4##
##med5##
Køkurin komin
Í dag kom so eisini ídnaðarkøkurin til Varpið, sum fyllur ikki so lítið. Samstundis kom tann stóri diskurin, sum skal standa í kaféini. Diskurin er fyri tað mesta uppbygdur av gomlu ”postboksunum” (-klivunum), sum frá gomlum døgum av hava staðið inni í Posthúsinum – Helst kennast onkur nummur aftur.
Tað var rættiliga tíðliga í tilgongdini um byggingina at snakkað varð um, at onkur minnir av Posthúsinum, sum Palli Gregoriussen teknaði og sum Markus í Kunoy, byggimeistara saman við øðrum bygdi, skuldu síggjast aftur. Tá vóru postklivarnir nokkso sjálvsagdir.
Posthúsið varð upprunaliga tikið í nýtslu í 1967.
Skrá er løgd fyri einum almennum tiltaki, ið skal lata húsið upp 14. oktober. Hetta tiltakið verður vent neyvari aftur til seinni.
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
##med10##
##med11##
##med12##
##med13##
##med14##
##med15##