Chelsea hevur kunngjørt 59 ára gamla Maurizio Sarri sum nýggjan venjara. Við sær hevur hann italska landsliðsspælaran, Jorginho, sum kostar um eina hálva milliard krónur at keypa leysan úr Napoli.
Les eisini: Antonio Conte fingið sekkin
Tað hevur verið rokaligt rundanum Chelsea í eina tíð. Tað hevur leingi verið greitt, at Antonio Conte ikki fór at halda fram sum venjari, men bretskir miðlar skriva, at tað fyrrverandi italski landsliðsvenjarin hevur arbeitt hart ímóti øllum ætlanum um finna eina siðiliga loysn.
Í vikuni bleiv hann koyrdur og tíðindaskrivið taldi um 60 orð. Tað er færri orð enn dystir, sum Antonio Conte megnaði at vinna við Chelsea. Hann vann 70 dystir og eitt meistaraheiti, men partarnir skiljast ikki í sátt og semju.
Spennandi venjari
Nýggjur maður við róðrið er ein annar italskur venjarin. 59 ára gamla Maurizio Sarri hevur í trý ár skapt eitt spennandi og álopskent lið í Napoli. Nú kemur hann til Chelsea saman við einum av lyklaspælarunum.
Chelsea hevur nevniliga eisini kunngjørt, at felagið hevur keypt 26 ára gamla Jorge Luiz Frello Filho, sum vanliga verður nevndur Jorginho. Hann hevur leingi verið settur í samband við Manchester City, men bretskir miðlar sum The Guardian og Dailymail skriva, at Chelsea legði einar 80 milliónir krónur fleiri á borðið enn meistarnir úr Manchester City. Hann kostar samanlagt um ein hálva milliard krónur.
Hann er ikki heilt ólíkur N’golo Kanté, sum í morgin skal spæla HM-finalu við Fraklandi. Søgur hava sett væl lýdda stríðsmannin úr Fraklandi í samband við serliga Paris Saint-Germain. Chelsea bleiv í fjør nummar fimm í Premier League, sum merkir at London-felagið ikki skal spæla í Champions League komandi kappingarár.