Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Rokkstjørnur
Niels er í løtuni størsta rokkstjørnan í Føroyum. Í 200 er hann ein tann mest markanti fronmaðurin í føroyskum tónleiki nakrantíð og uttan iva tann stuttligasti. Hann luttekur av og á í ymiskum øðrum verkætlanum, men 200 er hjartabarnið, og einasti bólkurin hann spælir fast við. Frans har afturímóti, spældi fyrr í ár í fimm bólkum, og er í løtuni virkin í trimum. Hann spælir gittar og syngur í harða rokkbólkinum 48 Pages, spælir gittar og syngur kór við Føroya harðastu rokkarum Sic, og í svaka eksperimentarandi bólkinum The Headliners syngur hann og spælir gittar. Frans er eitt gott boð uppá eina komandi føroyska rokkstjørnu.
12 ár á muni
Aldursmunurin á Niels og Frans er 12 ár og tey, ið kendu Niels fyri tólv árum síðan, minnast ivaleyst Tungmálm 93, har Niels var á pallinum við trimum bólkum á rað, sum bassleikari og sangari í føroya fyrsta trasjbólki Oblivion, gittarleikari í rokkrappbólkinum MC-Hár og sangari í Betrayer, ið mest líktist einum Metallica hermarabólki. Kvøldið eftir spældi hann sína fyrstu konsert við Mold í Sjónleikarhúsinum. Tað er ikki eiðasørt, at teir líkjast Niels og Frans, men teir eru jú eisini beiggjar.
The Galáns
Gulu húsini við stóra garðinum á Tinghúsvegnum beint við SMS hava fostrað nógvan góðan tónleik, allir fýra beiggjarnir hava tónlistarligar gávur og sambært Frans, so er hansara størsti dreymur, at teir allir fýra fara at gera eitt beiggja orkestur, tí einki er kulari enn eitt beiggja orkestur, sigur hann. Vit kundu iti Galánarnir ella The Galáns, Niels hevur skotið upp, at vit eita Niels og Galánarnir vil hann vera við og flennur .
Niels sigur, at hann heldur ikki ivast í, at teir fara at jamma í framtíðini, aldursmunur sæst betrið, jú, yngri tú ert, og seinni fer tað óivað at verða enn meira upplagt.
Pínlig konsert
Niels minnist aftur á Tungmálm 93, sum eina sera pínliga konsert. Hann dugdi væl sjálvur at síggja tað klikkaða í at spæla við í trimum bólkum á somu konsert. Tá tú spælir í fleiri bólkum, so býtur tú teg í fleiri partar, og jú fleiri partar, jú minnið gerst hvør teirra, sigur hann, men leggur tó dent á, at Frans enn er so ungur, at hann lærir nógv av tí. Hansara bólkar eru so øgiliga ymiskir, at hann mennir seg nógv bæði sum gittarleikara og sum tónleikara.
Frans sigur, at tá hann spældi við fimm bólkum, var tað strævið, men nú er tað fínt: Eg leiti enn tónlistarliga, og tí tími eg ikki at binda meg niður í ein stíl. Tað er týdningarmikið at eksperimentera eitt sindur. Eg tími væl at spæla rokk í 48 pages og Sic, men í Headliners sleppi eg eisini at spæla blús og ymiskt annað.
Niels lánti gittarin hjá Frans
Niels byrjaði at spæla gittar, tá hann var trettan ár. Fyrstu nógvu árini lænti hann gittaran hjá Frans. Frans hevði fingið ein gittara í dópsgávu frá pápa sínum. Hann var tó enn dekan ov lítil til at spæla á gittaran, so eldsti beiggin lærdi seg at spæla í staðin. Fleir ár seinni lærdi Frans seg at spæla á sama gittari. Tá helt hann, at hetta var gittarin hjá Niels, men so var ikki.
Niels vísti vegin
Niels sigur, at hann minnist Frans, sum eitt øgiliga musikalskt barn, men minnist ikki nakað um, at hann hevur lært hann at spæla gittar. Hann búði niðrið, tá Frans byrjaði at spæla, og tí hevði hann ikki so stóra ávirkan. Hann leggur afturat, at eingin hevur nakrantíð lært hann at spæla gittar, og hann ivast tí í, um hann hevur so stóran førleika at læra frá sær.
Frans greiður frá, at Hann var øgiliga errin av at vera beiggi Niels. Hann minnist ikki Oblivion, men Mold minnist hann væl. Tann tónleikurin sum Niels spældi og lurtaði eftir, høvdu stóra ávirkan á hann. Bólkar sum Metallica og Pearl Jam vóru orsøkin til, at Frans fór at spæla gittar. Hann byrjaði á klaverinum, men skilti skjótt, at man sá nógv kulari út við einum gittara, og tí varð klaverið skift út við dópsgávuna.
Nógv betur enn vit
Niels sigur, at hann ikki hevur blandað seg so nógv í tónleikin hjá Frans, men hann viðgongur, at hann er errin av yngsta beiggjanum. Tær ferðirnar hann hevur hoyrt, hann spælt, hevur hann undrast á, hvussu dugnaligir bólkarnir hjá Frans eru. Teir eru nógv betur enn vit vóru, tá vit vóru teirra aldur sigur Niels. Hann er eisini imponeraður av, hvussu nógv Frans venur. Men tá hann hugsar seg um, so vandi hann ivaleyst líka nógv fyri tólv árum síðan.
Íslands ferðir
Um miðan oktober vóru 200 í Íslandi og spældu. Fyrst sum upphiting fyri stóra íslendska poppnavnið Trabant á best umtókta spælistaðnum í Reykjavík, Nasa, síðan í fløguhandlinum Smekkleysa og á tí sera eksklusivu barrini Sirkús. Vikuskiftið eftir spældu teir á Grand Rock, sum ein patur at Iceland Airwaves festivalinum. 200 vóru stjørnur og fingu frálík ummælir. Hetta var aðru ferð, at bólkurin var í Íslandi, fyrru ferð var í 2001, og at døma á góðu undirtøkuni, so verður ikki leingi, áðrenn 200 fer aftur til Ísland.
Ferðin hjá 48 Pages og Sic var eitt sindur minnið, eisini hóast báðir bólkar hava verið í Íslandi fyrr. Konsertirnar vóru nógvar í tali, men áskoðaratalið var ikki serliga høgt.
Víðari út í heim
Frans er tó væl nøgdur við ferðina. Vit høvdu tað ordiliga stuttligt, og komu í samband við nógvar íslendskar tónleikarar. Vit fingu eisini onkur sambond úteftir, tað eina kvøldið spældu vit í eini barr fyri seks fólkum, men ein av áhoyrarunum var úr Italia. Hon segði, at hon skipar fyri konsertum har og vildi hava 48 Pages til Italia at spæla. Eg veit ikki, hvussu nógv kemur burturúr tí, men vit fara at royna. sigur Frans. Teir møttu eisini einum týskara, sum segði, at pápi hansara átti eitt plátufelag, og um teir sendu honum eina demo, so skuldi hann spæla hana fyri honum.
At skapa netverk
Niels, ið hevur spælt uttanlanda við fleiri ymiskum bólkum heldur, at tað er øgiliga gott fyri bólkar at sleppa út at spæla, tað er strævið men samstundis stuttligt. Hetta við at tað er strævið, kennir Frans alt til, á konsertferðini spældi hann við bæði Sic og 48 Pages. Hetta vóru níggju konsertir í fýra dagar, og tað var hart. Harumframt var øgiliga kalt í Íslandi, og tí var hann alla tíðina bangin fyri at fáa ilt í hálsin, men tað eydnaðist tíbetur at sleppa undan tí.
Niels sigur, at man ikki skal undirmeta týdningin av at skapa netverk. Hann greiður frá, at nú teir vóru í Íslandi og spældu, hittu teir fólk, sum høvdu hoyrt teir í 2001, og sum søgdu, at tey høvdu bíðað eftir, at teir komu aftur.
Frans heldur, at tað besta við at sleppa út at spæla er, at eingin kennir teg. Tú spælir fyri øðrum enn tínum vinum. Tí eru afturmeldingarnar nógv erligari, tey lurta eftir tónleikinum, uttan at forbinda hann við, um tey dáma teg ella ikki.