Roknaði við at vinna

- Eg hevði logið, um eg segði, at eg ikki roknaði við at vinna.

Hetta staðfestir Gunnar Dahl Olsen, nú hann bæði fyri nøkrum vikum síðan vann Cross Country teinin og leygardagin vann Criterium teinin í fjallasúkkling. Og tí er dupultur Føroyameistari í fjallasúkkling.
Men hóast hann roknaði við sigrinum, so fegnast hann.
- Hetta gevur eina fantastiska kenslu. At sleppa at súkkla her í Viðarlundini eftir hesum teininum í nærum stilli. Tað er fantastiskt, staðfesti Gunnar Dahl Olsen beint eftir kappingina.
Hinvegin er hann ikki vísur í, at hann tekniskt er besti súkklarin.
- Eg síggi væl, at tá tað verður tekniskt, so er ungi Sigmund Olsson nógv sterkari enn eg, og so má eg vinna inn á longur teinunum, greiddi Gunnar Dahl Olsen frá, sum vónar, at tað aftur verður súkklað í Viðarlundini.