Rokna við at IS-leiðarin er dripin í nátt

USA hevur framt eitt luftálop í norðara partinum av Syria í nátt

- Okkurt sera stórt er akkurát hent! 

Soleiðis skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, á Twitter í nátt. 

Sambært altjóða miðlum sipa hesi boðini allarhelst til leysatíðindini um, at Abu Bakr al-Baghdadi, leiðarin fyri IS, skal vera dripin.

Í nátt framdi USA eitt flogálop í lítla býnum, Bisha, sum liggur norðast í Syria tætt við markið til Turkaland. Her skal Abu Bakr al-Baghdadi eftir øllum at døma hava goymt seg, og álopið skal síggjast sum ein roynd at gera av við IS-leiðaran. Tað eydnaðist, um mann skal trúgva amerikansku miðlunum, sum hava fingið hetta váttað frá innanhýsis keldum í Syria.

Nú verður bara bíðað eftir einari DNA-roynd, sum kann staðfesta, um tað er Abu Bakr al-Baghdadi ella ikki. Abu Bakr al-Baghdadi hevur verið ein av týðandi persónunum í terrorfelagsskapinum IS. Seinastu fimm árini hevur hann goymt seg, og hann hevur í sama sambandi verið mest eftirlýsti maðurin í heiminum.