Roknar við betri atgongd til ES-marknaðin nú

– Vit skulu helst ikki vera bundin at londum, sum hava aðra hugsan um fólkaræði, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum í morgun hevur fundast við umboð fyri ES

Vón er fyri framman um, at handilssambandið millum Føroyar og ES skjótt verður styrkt munandi.

 

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, sum í morgun hevur verið á netfundi við ES-handilskommisserin, Valdis Dombrovskis.

 

Teir tosaðu um, hvat Føroyar ynskja í sambandi við handilssáttmálan millum ES og Føroyar. Tí higartil hava nógvir manglar verið í, meinar landsstýrismaðurin, sum nú vónar, at ES fer at lata dyrnar meira upp fyri føroyskum útflutningi.

 

– Okkara ynski hevur leingi verið, at tað skal vera møguligt at útflyta fleiri tilvirkaðar fiskavørur til ES-marknaðin. Tí sum nú er hava vit toll á tilvirkaðum vørum, sigur hann.

 

– Tað ger tað trupult at selja, tí tað eru hesar vørurnar, sum geva og skapa pengar. Um vit kunnu tað, so kunnu vit útflyta nógv meira til ES, enn vit gera í dag, soleiðis at tað veruliga lønar seg, sigur Jenis av Rana og vísir á, at alternativið er at útflyta til lond, ið ikki leggja eins høgan toll omaná.

 

Landsstýrismaðurin hevur eisini tosað við danska uttanríkisráðharran Jeppe Kofod um hetta.

 

– Danir hava hjálpt okkum væl at fáa hurðina á glopp við at leggja eitt gott orð inn, so vit ikki verða roknað sum uttanfyristandandi, sigur Jenis av Rana.

 

Mánadagin verður felagsnevndarfundur á embætisstigi í Brússel, og tá verður sáttmálin millum Føroyar og ES á skránni.

 

– Vit standa saman

 

Hesin fundurin við Valdis Dombrovskis var planlagdur áðrenn Ukraina-kreppuna, men teir komu ikki uttan um eisini at tosa um støðuna har.

 

– Eg boðaði honum frá, at vit standa fult og heilt saman við NATO og EU og øðrum demokratiskum londum. Og so segði eg eisini, at vit standa saman sum tjóð um ein politikk hesum viðvíkjandi, sigur Jenis av Rana.

 

– Hann var fegin at hoyra um støðuna hjá Føroyum um tað, sum gongur fyri seg í Ukraina. Men um hetta kemur at fáa ávirkan á handilsmøguleikarnar, fara komandi dagarnir at vísa. Men tey í ES hava í hvussu er lagt merki til, at vit hava eina positiva støðu, og at vit standa undir liðini á ES og NATO-londunum, sigur hann.

 

– Nú vóna vit okkurt fer at henda, sigur Jenis av Rana.

 

– Vit skulu helst ikki vera bundin at londum, sum hava aðra hugsan um fólkaræði, sigur hann og sipar til eitt nú Russland, har stórur partur av føroyska útflutninginum fer til í dag.