Ikki eiti á!
Í Breddanum í gjár, sum m.a. snúði seg um handilsavtalur, var týðiligt, at Johan Dahl heldur seg hava betri skil fyri “bisniss” enn øll hini. Eg loyvi mær tó at ivast.
Hetta seinasta roknistykkið hjá Sambandsflokkinum er í øllum førum rættiliga villleiðandi. Útreiðslur eru pumpaðar upp og inntøkur eru ”gloymdar”. Ivaleyst er tað við beráddum huga, tí fyrst og fremst snýr tað seg helst um at ræða og at tosa føroyingar niður og danir upp.
Tað er syrgiligt!
NATO limaskapur og verja
Tey, í NATO høpi, ofta umrøddu tvey prosentini av BTÚ eru ikki limagjald til NATO, men útreiðslurnar, ið limalondini binda seg til at brúka uppá verju. Sambandsflokkurin roknar við, at vit skulu brúka fimm prosent av BTÚ pluss 225 milliónir um árið uppá verju. Tilsamans næstan seks prosent!
Hetta hóast flestu NATO lond framvegis liggja undir tvey prosent og Ísland, sum vit kunnu samanberast við, einki brúkar uppá verju og “einans” rindar góðar 20 milliónir til NATO um árið. Hjá Íslandi verður sivil tilbúgving, radarar, atkoma til flogvallir og havnir og tann strategiska plaseringin tald við í NATO íkastið.
Hetta er sjálvandi eisini ein samráðingarspurningur. Og tað er einki dulsmál longur, at okkara strategiska plasering í Norðuratlantshavi í áratíggju hevur verið ein inntøka heldur enn ein útreiðsla í danska NATO roknistykkinum. So okkara samráðingarstøða er sterk.
Tí ivist eg ikki í, at vit fara at fáa eina góða avtalu við NATO. Og hon fer neyvan at kosta meir enn tann íslendska, uttan so at vit seta Johan Dahl við samráðingarborðið.
“Gloymdar” inntøkur
Føroyar hava einans seks handilsavtalur, meðan Ísland, til samanberingar, hevur yvir tretivu. Ríkisrættarliga støðan er tann einasta forðingin. Av tí at vit ikki eru eitt sjálvstøðugt land, eru vit hvørki fuglur ella fiskur í altjóða høpi. Tí er sera trupult at koma í tal við onnur lond og næstan ógjørligt at gera handilsavtalur. Syrgiliga avrik okkara við handilsavtalum seinastu 80 árini er sjón fyri søgn.
Góðar handilsavtalur merkja lægri toll og harvið betri prís fyri okkara útflutning, sum í 2024 var knappar 16 milliardir krónur. Bara eitt prosent betri prísur økir sostatt okkara BTÚ góðar 150 milliónir. Á fleiri marknaðum fáa kappingarneytar okkara, t.d. Ísland og Norra, millum 10 og 20% betri prís fyri laks og makrel enn vit. Tað er tí ikki at taka munnin ov fullan at siga, at ríkisrættarliga støðan kostar okkum hundraðtals milliónir av mistum útflutningi um árið.
Og hóast ein trivaligur partur av BTÚ endar í almennum kassum, so velur Sambandsflokkurin ikki at taka ta inntøkuna við í roknistykkið.
Hvussu nógv ov dýrur innflutningur umvegis Danmark samstundis kostar okkum, orki eg næstan ikki at hugsa um.
Hvat er endamálið og hvørjum er Sambandsflokkurin í parti við?
Um tað er tann breiða semjan og tað politiska rákið, sum hóttir tilveruna hjá Sambandsflokkinum og fær hann upp úr stólinum og við ósannindum at spjaða ótta, ella um arbeiðið er bílagt av dønum, við sama endamáli, er ikki gott at vita. Men fleiri av pástandunum eru í øllum førum beinleiðis villleiðandi, og roknistykkið hevur helst øvut fortekn, tá ið av tornar og alt er tikið við.
Og tað er altso ein sannroynd, at ein stórur meiriluti av føroyingum helst vil vera í einum javnbjóðis felagsskapi við danir. So tað er ikki ætlanin at kvetta. Tvørturímóti er málið ein sjálvboðin felagsskapur millum javnbjóðis statir og samband við allan heimin.
Tí hevði tað sømt seg, um Sambandsflokkurin kom yvir á okkara helvt og royndi at ávirka gongdina og gav sítt íkast hesumegin, heldur enn at standa á skeivari síðu og plaffa síni egnu niður.
##med2##
ERLING EIDESGAARD












