Tíðindaskriv:
Eftir eina harða og spennandi Northern European Championship kapping, sum var í Leicester um vikuskifti, megnaði føroyski fimleikarin Rókur Vestergaard at vinna sær eitt virðiligt 6. pláss í amboðnum Bein Sveiggj.
Kappingin var merkt av einum høgum støði og sterkum luttakarum úr fleiri tjóðum, har fimleikarar úr Englandi, Finlandi og Skotlandi endaðu framman fyri Rók.
Eina løtu sá tað út til, at Rókur kundi røkka heilt upp á podium, men í endaspurtinum endaði hann á einum 6. plássi – eitt úrslit vit eru sera stolt av.
Hetta úrslit vísir, hvussu væl føroyskur fimleikur stendur seg í norðurlondunum, og hvussu nógv arbeiði og ídni liggur aftanfyri. Vit ynskja Róki hjartaliga tillukku við hesum góða úrsliti og takka fyri eina framúr góða framførslu.
Samstundis ynskja vit eisini at takka hinum fimleikarunum, Marin Jakupsdottir Danielsen, Maite Liv Neves Ellendersen, Oddvoer Alberta Kimsdottir, Bjarki Johannessen og Torleivur Christiansen, sum umboðaðu Føroyar í kappingini, og venjarunum Djóna Sakarisson og Cameliu Mindricel, fyri teirra góðu avrik.











