Rolf Guttesen og mistøkini

Hugtakið fullveldið hevur, um ikki annað, so í hvussu so er elvt til øgiligt kjak í føroysku fjølmiðlunum seinastu tíðina. Og tað er jú útmerkað. Herafturat hevur fullveldistosið havt eina ávirkan afturat ? og hon skal heldur ikki undirmetast. Hetta mál hevur givið eina rættuliga renusansu til fleiri meira ella minni forskrúðaði elementir á víðgongdasta vinstravongi. Ein av hesum er stóri dialektikarin Rolf Guttesen.

Nú veit eg ikki um Rolf Guttesen sigur(ella skal eg heldur siga segði) seg vera visioneran heldur enn doktrineran sosialist; tað ger eisini efinett tað sama: múririn fall, og elitan á Oyggjaframa og øðrum rakstrarópskendum a-4 avísum fekk sum vátan vøttin. Teir flestu valdu takksomu tøgnina; kanska heldur ikki tað býttasta ? men summi eru nú einaferð so, at tey trívast best í miðdepli ? m.o. eyðsýniliga R.G.

Í gjár liberalismunar fíggindi nummar 1, í dag skal fullveldið knúskast! Og stóri ?illimaður? í Guttesen´sku terminologiini er Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Sosialurin leygardagin 6. novembur er aftur gjørdur til forum fyri dialektisku finessum lærda lektarans.

Hann skrivar um ?orðafloym? landsstýrismansins (H.H). Um fiks politisk hugskot, politiskan naivitet, hellelujatos, tómar gassballónir o.s.fr.( ja, Guttesen tosar um orðafloym!)

?Tað stóra takið? hjá HH verður samanborið, sum rættuliga ræðumynd, við ?stóra lopið frammá? hjá Mao. Eg meini tað. Vistu vit ikki betur, skuldu vit trúð, at harra Guttesen nú kastar fyrsta steinin sum ein av teimum ideologiskt reinu!!!

Og so endar okkara Føroya vinur í útlegd við einum ordiligum Zeppelinara av einari tómari gassballón: ?Eg(Rolf Guttesen) meini, at besta loysnin ? og tað er ein loysn sum sigur sjálvbjargni+trygd+møguleikar ? er ein loysn við víðgongdum sjálvsstýri í ríkisfelagsskapinum. Tað skal vera eitt sjálvstýri, har teir samfelagsligu spurningarnir koma í fyrstu røð, og ikki eitt skarvalop út í óvissuna?! Var tað onkur, sum segði orðafloymur?

Løgið, kortini, at allir hesir musketerarnir av ideologisku uttastu skerum, skulu velja at taka til sín sjónarmið sosialdemokratanna. Tí Javnaðarflokkurin í dag ? alt gott um javnaðarfólk annars ? er uttan kapping hin mest konservativi flokkurin, sum er! (smb. definitión av konservatismu í diversum orðabókum).

Men sjálvandi, í dag er tað jú IN at vera revisjonist.

Ja, ja. Við sovorðnum fíggindum, stendur kanska ikki so galið til hjá fullveldinum allíkavæl, tá alt kemur til alt.

Halt endiliga fram, Rolf!


Jens Chr. Carlsson