Rolling Stones fyri milliardir

Higartil hevur A Bigger Bang konsertferðin hjá Rolling Stones selt fyri 2,6 mia kr., og tað er meira, enn nakar annar bólkur ella einstaklingur hevur spælt inn á eini konsertferð. Tilsamans hevur óhoyraratalið til konsertirnar verið 3,5 milliónir. Av hesum var konsertin á Copacabana í Rio de Janeiro so nógv tann størsta. Til hesa konsertina rokkaðu tvær milliónir fólk saman við rock-legendunum á pallinum.