Veljarnir í tí stóra fótbóltsøra landinum, Brasilia hava valt fótbóltslegendina, Romario í undirhúsið í tí brasilianska tinginum.
Romario de Suoza Faria stillaði upp fyri sosialistaflokkin, sum er ein av teimum sameindu flokkunum hjá arbeiðaraflokkinum og forsetanum, Luiz Inacio Lula da Silva.
Tann nú 44 ára gamli Romario hevur ongar politiskar royndir, men hann fór á val við lyftinum um, at hann fór at ?skora eitt nýtt mál fyri Brasilia?. Romario hevur lovað at stuðla ítróttini, og at betra um korini hjá teimum menningartarnaðu. Yngsta dótturin hjá Romario, Ivy hevur Downs syndrom.
Romario skeyt meir enn túsind mál sum yrkisspælari, og var hann 41 ár, áðrenn hann gavst at spæla. Ì 1994 gjørdist Romario heimsins besti fótbóltsspælari, umframt, at hann vann HM við Brasilia.