Romney hevur mist tær jødisku atkvøðurnar

Hóast Mitt Romney hevur lagt Barack Obama undir at hava slept Ísrael upp á fjall, fær forsetin støðugt størri undirtøku frá teimum amerikonsku jødunum.

Ein meiningakanning, sum jødiski felagsskapurin AJC hevur gjørt, vísir, at 65 prosent av jødunum í USA ætla sær at atkvøða fyri Barack Obama á forsetavalinum í novmber. 24 prosent ætla sær at velja Mitt Romney.

AJC sigur, at hóast Romney hevur fingið hjálpa frá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, í valstríðnum, er tað Obama, sum hevur fingið fleiri jødiskar veljarar afturat.

Kanningin hjá jødiska felagsskapinum vísir, at teir amerikonsku jødarnir eru nøgdir við búskaparpolitikkin hjá Obama, eins og teir eru fegnir um sjúkratryggingina og trygdarpolitikkin hjá forsetanum.