Mitt Romney tók í gjár eitt munagott stig í uppstillingarkappingini hjá republikanarunum, tá hann vann uppstillingarvalið í statunum Maryland, Wisconsin og í høvuðsstaðnum Washington DC.
Í Maryland fekk Romney 49,1 prosent av atkvøðunum. Rick Santorum fekk 28 prosent, og Newt Gingrich og Ron Paul fingu ávikavist 10,0 og 9,5 prosent.
Í Washington DC vann Romney rættiligan stórsigur við 70,2 prosentum av atkvøðunum. Her var Ron Paul á øðrum plássi við 12 prosentum, og Newt Gingrich fekk 6,1 prosent. Rick Santorum stillaði ikki upp í høvuðsstaðnum.
Í Wisconsin var kappingin rættiliga jøvn. Romney fekk 42,5 prosent, Santorum fekk 37,6, og Paul og Gingrich fingu ávikavist 11,7 og 6,1 prosent.
Við úrslitinum í gjár fekk Mitt Romney 95 valmenn afturat, og hann hevur nú tryggjað sær meiri enn helmingin av teimum 1.144 valmonnunum, sum eru neyðugir fyri at vinna ta endaligu uppstillingina hjá flokkinum.