Ronald Koeman er aftur niðurlendskur landsliðsvenjari

Hetta er aðru ferð Ronald Koeman er í starvinum sum niðurlendskur landsliðsvenjari

Hann var landsliðsvenjari hjá Niðurlondum millum 2018 og 2020, og nú tekur hann aftur við starvinum.

 

Á tíðindafundi fyrr í dag lovaði Ronald Koeman, at Niðurlond fara aftur til eina 4-3-3 leikskipan. Undir Louis van Gaal var spælskipanin 5-3-2. Niðurlendsku fótbóltsmiðlarnir og niðurlendski fótbóltsalmenningurin vilja, at niðurlendska landsliðið brúkar eina 4-3-3 leikskipan.

 

Ronald Koeman hevur í felagsliðshøpi verið venjari hjá FC Barcelona, Everton, Southampton, Valencia og Ajax Amsterdam.

 

Sum leikari var Ronald Koeman við til at vinna EM-gull við Niðurlondum í 1988.