Ronaldinho heim til Brasil

Ronaldinho valdi tó enska felagið frá og hevur skrivað undir við Flamengo úr Rio de Janeiro. 30-ára gamli Ronaldinho var eisini í samráðingum við Palmeiras og Gremio. Ronaldinho er uppvaksin í Gremio og viðhaldsfólkini hjá Gremio eru í øðini um at Ronaldinho hevur valt Flamengo.

 

Ronaldinho skifti í 2001 frá Gremio til franska Paris St Germain. Tvey ár seinni skifti hann so til Barcelona har hann millum annað var valdur til heimsins besta fótbóltsleikar tvær ferðir. Hann vann eisini Champions League í 2006. Í 2008 gekk leiðin til AC Milan áðrenn hann í dag skifti til Flamengo. Sambært BBC er sáttmálin er galdandi til 2014.