Arroganti José Mourinho hevur longu byrjað dystin í fjølmiðlunum undan Champions League dystinum millum Inter og Manchester United. Í italiensku sjónvarpsrásina RAIDUE slær portugisiski stórvenjarin fast, at Cristiano Ronaldo ikki er heimsins besti fótbóltsspælari.
- Ronaldo er góður, men ikki tann besti. Messi er framúr, men Zlatan Ibrahimovic er heimsins besti, sigur José Mourinho.