Fyrr í dag tapti Real Madrid 1-0 á heimavølli ímóti arvafígginadanum, ið somuleiðis er úr spanska høvuðsstaðnum, Atlético Madrid. Málið skoraði franski Antoine Griezmann.
Tapið hjá spanska kongafelagnum merkir, at frástøðan til Barcelona, sum er oddalið í Spania, er heili níggju stig. Barcelona hevur enntá spælt ein dyst minni, og tí skal nógv henda ímillum himmal og jørð, um Real Madrid skal gera sær nakra vón at vinna spanska meistaraheitið í ár.
Eftir dystin var Ronaldo alt annað enn blíður.
- Høvdu allir havt sama støði sum eg, so høvdu vit verið fremstir. Fjølmiðlarnir skriva altíð, at eg eri nakað lort, men hagtølini lúgva ikki, segði Cristiano Ronaldo eftir dagsins dyst sambært spanska Marca.
- Eg ynski ikki at tosa ringt um mínar liðfelagar, men tá ið teir bestu ikki spæla, so verður tað torført hjá okkum, segði Ronaldo víðari. Her sipar portugisin møguliga til, at Karim Benzema varð útskiftur longu í hálvleikinum, og harafturat bleiv James Rodriguez útskiftur lutfalsliga tíðliga í seinna hálvleiki.
So er spurningurin, um slíkar útsagnir fáa nakrar avleiðingar, tá ið maðurin eitur Cristiano Ronaldo.