Ronaldo heldur lív í vónini

Real Madrid var í gjár á vitjan hjá Mallorca. Heimaliðið kom best frá byrjan, tá Artiz Aduriz legði Mallorca á odda aftaná eitt gott korter. Men ein maður, ið ikki vil yvirgeva seg til Barcelona, er Cristiano Ronaldo. Tíggju minuttir seinni javnaði hann fyri Real, tá hann lyfti bóltin uppum málmannin og í mál. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik legði hann Real á odda og eitt korter fyri tíð fullgjørdi hann sítt hattrick. Seinasta málið í dystinum skoraði Gonzalo Higuaín, tá hann hegnisliga lyfti bóltin uppum málmannin tíggju minuttir fyri tíð.

 

Fyrradagin legði Barcelona sjógv millum seg og Real Madrid. Teir vunnu 4-1 á útivølli ímóti Villareal. Lionel Messi skoraði tvær ferðir, meðan Bojan og Xavi skoraðu hvørsítt. Men úrslitið í gjár ger, at tað aftur bara er eitt stigi skilur liðini.

 

Barcelona hevur nú 93 stig á fyrsta plássi, meðan Real Madrid 92 stig á øðrum plássi. Leygardagin skal Barcelona á vitjan hjá Sevilla, meðan Real Madrid fær vitjan av Athletic Bilbao. Vikuskiftið eftir, er seinasta umfar á skránni. Barcelona fær vitjan av Valladolid, meðan Real Madrid er á útivølli ímóti Malaga.