Ronaldo klárur til El Clasico

Cristiano Ronaldo skoraði tvær ferðir í dag

Cristiano Ronaldo skoraði bæði málini fyri Real Madrid, sum í dag vann tepurt 2-1 á Sporting Gijón. Komandi vikuskiftið er Real Madrid gestur á Camp Nou í Barcelona.

 

Cristiano Ronaldo er favorittur at verða kosin til ársins spælara í 2016, men tað hevur gingið nakað strilti at skjóta mál síðani summar. Í dag var hann tó aftur sum vit kenna hann. Fyrsti umsetti hann brotsspark og seinni stútaði hann frálíkt innlegg í mál.

 

Tað skal tó sigast, at samlaða avrikið hjá Real Madrid var undir miðal. Sporting Gijón minkaði um munin, og kundi havt stolið eitt stig, tá teir somuleiðis fingu brotspark eitt korter fyri tíð. Tað endaði tó omanfyri málið.

 

Real Madrid er sjey stig frammanfyri Barcelona á stigatalvuni. Barcelona spælir í morgin torføran útidyst móti Real Sociedad.