Ronaldo kravdi at sleppa til Chelsea ella Bayern München

Umboðsmaðurin megnaði ikki at útvega Cristiano Ronaldo tað hann ynskti, og fekk tískil sekkin

Í mong ár hevur 38 ára gamli Cristiano Ronaldo verið millum heimsins bestu fótbóltsleikarar.

 

Hann er tó ikki tann sami hann varð. Tað hevur hann tó ikki innsæð sjálvur.

 

Í fjør summar setti Ronaldo eitt ultimativt krav til sín umboðsmann gjøgnum mong ár, portugisiska Jorge Mendes: - Syrg fyri at útvega mær ein sáttmála við Chelsea ella Bayern München, ella verður tú uppsagdur.

 

Hetta skrivar spanska blaðið, El Mundo.

 

Bæði Chelsea og Bayern München, ið uttan iva høvdu gjørt sáttmála við ein 27 ella 32 ára gamlan Ronaldo vildu ikki gera sáttmála við Ronaldo í fjør summar.

 

Tað fekk neyðars Jorge Mendes toyggið fyri, og hann fekk sekkin sum umboðsmaður hjá Ronaldo fyri ikki at kunna yvirtala Bayern ella Chelsea at gera ein sáttmála við portugisiska fótbóltsleikaran.