Cristiano Ronldo er væl fyri til Champions League finaluna, sum verður leygardagin móti Liverpool. Hóast hann er 33 ára gamal, sum er eitt sindur høgt fyri ein framrættaða fótbóltsspælara, so kennir hann tað ikki soleiðis.
- Beint nú hevur kroppurin hjá mær ein biologiskan aldur upp á 23 ár. Eg kann spæla leingi afturat. Eg kann spæla til eg verið 41 ára gamal, er Cristiano Ronaldo siteraður fyri at siga við spanskt sjónvarp.
Cristiano Ronaldo kann seta nýtt met, um hann skorar í finlauni. Ger hann tað, so er hann fyrsti spælarin, sum megnar at skora í fýra Champions League finalum.
Hann skoraði fyrstu ferð í 2008, tá Manchester United vann á Chelsea í Moskva. Vanligi dysturin endaði 1-1, har Cristiano Ronaldo og Frank Lampard skoraðu málini. Portugisiski liðskiparin brendi í brotssparkskappingini, men endaði sum vinnari alíkavæl.
Síðani hevur 33 ára gamli Real Madrid spælarin skorað í trimum Champions League finalum upp á fýra ár. Tvær ferðir móti grannunum úr Real Madrid og seinast móti Juventus.