Ronaldo og aftur Ronaldo

Premier League: Cristiano Ronaldo átti aftur stóran lut, tá Manchester United vann

Tveir teir seinastu dystirnir í 14. umfari í Premier League hava verið í kvøld. Manchester United vann 3-2 á Arsenal, meðan Tottenham vann 2-0 á Brentford.

 

Mest umstrídda støðan í dag kom á Old Trafford, tá Emile Smith-Rowe legði Arsenal á odda. Málverjin hjá Manchester United, David De Gea, bleiv traðkaður á hælin av Fred og legði seg niður. Emile Smith-Rowe sendi bóltin í tóma málið. Tað tók eina løtu, áðrenn Martin Atkinson dømdi mál.

 

Manchester United vendi dystinum við málum frá Bruno Fernandes og Cristiano Ronaldo, áðrenn norski Martin Ødegaard javnaði. Avgerandi bóltin átti Cristiano Ronaldo, tá hann sendi brotsspark mitt málið, eftir at Martin Ødegaard gjørdi brotsspark.

 

Í London vann Tottenham 2-0 á Brentford. Tað fyrra var sjálvmál og tað seinna skoraði Heung-Min Son.