Ronaldo ongan veg

Cristiano Ronaldo var støðugt partur av yvirskriftum kring alt Europa í summar, men nú sigur hann, at hann als ikki ætlar sær úr Manchester United. – Eg havi nú spælt her í fimm ár, og eg kenni meg heima í felagnum. Eg havi vunnið nógv við felagnum, og eg eri fegin um at vera her, segði Ronaldo, eftir at hann um vikuskiftið fekk handað gylta bóltin frá France Football. Verandi sáttmálin hjá Ronaldo við Manchester United gongur fram til 2012, men tað hevur ljóðað, at spælarin longu nú ynskir sær eina lønarhækkan.