Hann fyllir 39 ár 5. februar komandi ár, men hann heldur fram við at skjóta mál uppá samliband, og nú er hann staðfestur alheims toppskjútti í 2023.
Cristiano Ronaldo skoraði fjórða málið tá hann og liðfelagarnir í saudiska liðnum, Al-Nassr vunnu 4-1 á Al Taawoun í dysti í bestu saudisku fótbólsdeildini.
Cristiano Ronaldo hevur sostatt skotið 54 mál í 2023. Harry Kane og Kylian Mbappe hava skotið 52 mál í 2023, og tí er Cristiano Ronaldo alheims toppskjútti í 2023.
Cristiano Ronaldo hevur higartil á síni yrkisleið skotið heili 873 mál í kappingardystum í Portugal, Onglandi, Spania, Italia, Saudiarabia, og fyri portugisiska landsliðið.