Ronaldo skoraði ligamál nummar 500

Tá Cristiano Ronaldo skoraði fyrsta málið fyri Al-Nassr móti Al Wehda hóskvøldið var talan um søguskriving

Hóskvøldið gekk sum eftir ánni hjá 38 ára gamla portugisiska málrevinum.

 

Al-Nassr vann 4-0 á Al-Wehda í útidysti í saudisku liguni. Ronaldo skoraði øll fýra málini, tvey í hvørjum hálvleiki.

 

Málið til 1-0 var søguligt. Talan var nevnliga um ligamál nummar 500 hjá Cristiano Ronaldo.

 

Ronaldo hevur nú skotið 503 ligamál í bestu deildunum í Onglandi, Spania, Italia og Saudiarabia fyri Manchester United, Real Madrid, Juventus og Al-Nassr.

 

Haraftrat koma mál Ronaldo hevur skotið í Champions League, steypakappingum og fyri portugisiska landsliðið.