Farna fríggjakvøld kom Cristiano Ronaldo loksins á máltalvuna fyri saudiska felagið, Al-Nassr.
Í kvøld gekk sum eftir ánni hjá 38 ára gamla portugisiska málrevinum.
Al-Nassr vann 4-0 á Al-Wehda í útidysti í saudisku liguni. Ronaldo skoraði øll fýra málini, tvey í hvørjum hálvleiki. Og fyri fyrstu ferð í dysti fyri Al-Nassr var Ronaldo í framúr góðum lagi.
HER ber til at síggja málini:
##med2##