Ronaldo til reiðar til gylta bóltin

Við 42 málum í farna kappingarári var Ronaldo kanska fremsta orsøkin til, at Manchester United vann bæði Premier og Champions League í vár. Og hóast talan ikki gjørdist um eitt heilt so væl eydnað EM hjá Portugal, so tykist eingin ivi vera um, at Ronaldo í nátt fær at vita, at hann er besti fótbóltsspælarin í Europa í 2008.

Við hesum verður Ronaldo fyrsti spælarin úr ensku Premier League, sum vinnur heiðurin í 7 ár (Michael Owen fekk gylta bóltin í 2001). Og hann verður Manchester United spælarin at taka móti bóltinum í 40 ár. George Best vann gylta bóltin í 1968.

Og gylta bóltin kann Ronaldo so leggja afturat teimum heitum, sum hann longu hevur vunnið. Millum annað ársins spælari kosin av spælarum og ársins spælari kosin av miðlunum í Onglandi. Eisini hevur hann vunnið gylta stylvan fyri europiskan fótbólt, umframt at hann varð kosin besti spælarin av UEFA í vár.