Fótbóltur
Klokkan tvey í nátt varð kunngjørt, at portugisiski landsliðsspælarin hjá Manchester United, Christiano Ronaldo hevur vunnið ”Ballon D´or” - gylta bóltin - valdur sum besti spælari í Evropa av 96 ítróttarskrivarum. Millum teir 96 útvaldu ítróttarskrivarnar, sum hava latið ávíkavist 5, 4, 3, 2 og 1 stig til 5 ymiskar fótbóltsspælarar, er Jákup Mørk hjá Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Ronaldo fekk 446 av 480 møguligum stigum. Til sammetingar fekk brasilianski landsliðsspælarin hjá AC Milan, Káka 444 av 480 møguligum stigum í 2007. Spanski landsliðsframherjin hjá Liverpool, Fernando Torres fekk 267 stig. Argentinska stjørnan hjá Barcelona, Lionel Messi fekk 165 stig. Christiano Ronaldo er fjórði United-spælarin, sum vinnur gylta bóltin hjá ”France Football”. George Best, Bobby Charlton og Denis Law vunnu allir virðislønina í 1960-árunum. Denis Law vann í 1964, Bobby Charlton í 1966, og George Best vann í 1968. Sostatt hevur Manchester United bíða í 40 ár, at fáa ”Ársins Spælara” í Evropa aftur.
Vunnið ræðuliga nógv
Ronaldo, sum bert er 23 ára gamal, hevur hóast sín unga aldur vunnið nógv við Manchester United, umframt nógvan persónligan heiður.
Hann hevur vunnið Premier League við Manchester United í 2007 og í 2008. Champions League í 2008. FA Cup í 2004. Liga Cup í 2006, og FA Community Shield í 2007.
Tá vit tosa um persónligan heiður, so hevur tað nærmast regnað gull yvir 23 ára gamla portugisan. Bæði í 2007 og 2008 valdu spælarnir í Onglandi hann til “Ársins Spælara” í ensku liguni. Í 2007 varð hann umframt valdur til “Ársins Unga Spælara”. Haraftrat valdu ensku áskoðarnir hann til “Ársins Spælara”, bæði í 2007 og 2008. Ronaldo hevur verið á ”Ársins Liði” í Premier League, í bæði 2006, 2007 og 2008. Í 2007 og 2008 hava ítróttarskrivarnir í Onglandi eisini valt Ronaldo, sum ”Ársins Spælara”. Í 2007 gjørdist Ronaldo ”Ársins Spælari” í Portugal. Sponsorurin hjá Premier League, Barclay´s Bank valdu eisini Ronaldo til “Ársins Spælara” í 2007 og 2008. Í 2004 fekk Ronaldo “Bravo-virðislønina”, sum “Ársins Ungi Spælari” í Evropa. UEFA hevur eisini valt Ronaldo, sum “Ársins Spælara” og “Ársins áleypara” í evropeiskum felagsfótbólti í 2008. Altjóða felagsskapurin hjá fótbólts-yrkisspælarum, FIFpro valdu eisini Ronaldo til “Ársins Spælara” í 2008. Og nú kom so krúnan á verkinum, “Ballon D´or” – gyltu bólturin – tann fínasta og elsta av øllum fótbóltsvirðislønum.
Manglar heiti við Portugal
Enn hevur Ronaldo til góðar at vinna okkurt við portugisiska landsliðnum, men hann hevur aldurin til tað. Og hvør sigur, at hann ikki kann gerast betur enn. Enn manglar hann tó at skora ímóti teimum stóru evropeisku og suðuramerikonsku landsliðunum. Ronaldo hevur skorað eitt mál ímóti Hollandi, men annars hava hansara 21 landsliðsmál í 61 landsliðum verið ímóti veikum og miðalgóðum mótstøðuliðum.
Avrikini á landsliðnum í EM í summar, varð einasta punktið, har summir ítróttarskrivarar høvdu hug at ivast í avrikunum hjá Christiano Ronaldo. Men 42 mál, sum vongur vóru ring at muta ímóti, tá saman um kom.
Eftir er bara at ynska at koma í undankappingarbólk við Portugal, tá fer ein fyltur Tórsvøllur at uppliva stóru portugisisku stjørnuna, sum av øllum er uppkallaður eftir fyrrverandi amerikanska forsetanum, Ronald Reagan.