Við einum 2-1 sigri á Real Madrid legði Barcelona seg um vikuskiftið væl og virðiliga í fremstu røð til at vinna spanska meistaraheitið í fótbólti.
Sum ikki einaferð, so var Cristiano Ronaldo málskjútti hjá Real Madrid, og tá hann javnaði til 1-1, gav hann týðiliga til kennar, at heimaáskoðararnir skuldu dempa seg eitt sindur.
Hetta hevur fingið ilt í fleiri av fótbóltsovastunum í Spania, og nú verður tosað um, at Ronaldo helst verður revsaður fyri hetta.
- Vit mugu ansa eftir, at spælarar ikki á nakran hátt provokera viðhaldsfólk ella onnur - eisini tá teir hava skorað mál. Hetta kann skapa øsing og í seinasta lagi elva til harðskap, sigur Javier Tebas, sum er forseti fyri sponsku La Liga.
- Hetta verður revsað, men um tað verður við bót ella leikbanni, hava vit ikki tikið støðu til, sigur Tebas við Reuters.