Bæði Wayne Rooney og Paul Scholes vórðu riknir av vølli, tá Manchester United um vikuskiftið vann 3-1 á FC Porto í venjingardysti. Rooney hevði eitt keðiligt farvæl til HM, tá hann varð rikin av vøllinum í dystinum hjá Onglandi móti Portugal, og nú enn eitt kort er komið á kontina, kann hetta fáa fylgjur. Í Onglandi verður nevnliga fylgt væl við, hvat fyriferst í venjingardystum, og nú verður agt, at Wooney er í vanda fyri at fáa leikbann í tríggjar dystir.