30 ára gamli liðskiparin á enska landsliðnum, Wayne Rooney hevur avdúkað nær hann gevst á enska landsliðnum. Wayne Rooney er annars mest skorandi enski landsliðsspælarin í ensku landsliðssøguni við 53 málum.
2018 verður árið tá metmaðurin gevst at spæla fyri enska landsliðið: - Realistiskt er HM endaspælið í Russlandi tað seinasta endaspælið har eg kann gera mun á enska landsliðnum, segði Wayne Rooney á einum tíðindafundi í dag á St. Georges Park í Burton. - Eg byrjaði, sum yrkisspælari, tá eg var sekstan ár, og eg byrjaði á landsliðnum, tá eg var 17 ár. Um eg spæli á landsliðnum, so havi eg spælt á enska landsliðnum í 15 ár. Til EM-endaspælið í 2020 verið eg 34 ár, og ov gamal at geva landsliðnum nakað, segði Wayne Rooney á tíðindafundinum. - Eg havi havt eina framúr yrkisleið á landsliðnum, og eg havi notið hvønn minutt, segði áleyparin hjá Manchester United við tíðindafólkini.
Ongland byrjar síni HM-undankapping við útidysti í Slovakia komandi sunnudag. Ongland er í bólki við Skotlandi, Slovenia, Slovakia, Litava og Malta, og tað er eitt ófrávikiligt krav, at onglendingar vinna seg í komandi HM-endaspælið. Slovakia hevur tó argað Ongland áður, og ímóti Skotlandi kann alt henda, so einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.