Fótbóltur
Tað er eitt ella annað við Goodison Park. Tað er ringt at seta fingurin á akkurát hvat tað er; um tað er áskoðararnir, leikvøllurin, andin rundanum felagið ella staðfestingin av, at Everton klárar seg avbera væl við teimum umstøðinum teir hava – men okkurt er. Tað fingu Manchester United spælararnir eisini at kenna leygardagin.
Dysturin var spældur fyrra part og tað kann hava við sær, at áskoðararnir ikki eru komin heilt upp at koyra við dystar byrjarn. Tað merkist eisini uttanfyri stadium áðrenn dystin. Stemningurin er avslappaður og lítið politi er at síggja á gøtunum rundan um Goodison. Tað tykist sum at hooligans mentaliteturin er burtur, og viðhaldsfólkini duga at halda seg røttu megin lógin.
Rooney
Wayne Rooney skifti í 2004 úr Everton til Manchester United. Tað skiftið fall ikki í góða jørð hjá Everton viðhaldsfólkinum. Tað bleiv “buha” eftir Rooney, og tá hann misti bóltin, so skuldi hann eisini hoyra fyri tað.
Men tað tykist eisini sum Everton viðhaldsfólkini nú innsíggja, at Rooney møguliga gjørdi tað rætta í at skifta. Maðurin hevur støðugt ment seg, og í dag er hann útróptur til lyklaspælararin hjá bæði Manchster United og Onglandi. Venjarin hjá Everton segði áðrenn dystin, at Everton vóru ikki klárir til Rooney í síni tíð. David Moyes segði eisini, at Everton í dag er klárt at taka móti einari stjørnu. Moyes og Rooney hava verið óklárar í eina tíð, men Moyes segði árenn dystin at tað er ein farin tíð.
Teir nýggju
Tveir av teimum, ið gera vart við seg í Everton í løtuni, eru Dan Gosling og Jack Rodwell. Serliga Jack Rodwell verður spáddur eina bjarta framtíð í fótbóltsheiminum.
Teir blivu báðir skiftir inn í seinna hálvleiki og tað hoyrist beinanvegin, at Everton áskoðararnir eru góðir við nýggju talentini. Dan Gosling legði Everton á odda 2-1, meðan hitt lokala talenti, Jack Rodwell, slerdi sigurin fastan stutt fyri tíð.
Hesa ferð vunnu núverandi Everton talentini, men spurningurin er so um Gosling og Rodwell kunna liva upp til fyrrverandi Everton talenti. Ella er Everton klárt til at halda fast í talentinum hesaferð? Ikki óvæntað hevur Sir Alex Ferguson eyguni við Rodwell.
Málleyst í Manchester
Sunnudagin skuldu Manchester City og Liverpool kempa um fjórða plássið. Kavi lá rundanum stadium, men vøllurin sjálvur sá út til verða í góðum standi.
Stemningurin hevur fleiri ferðir hetta kappingarárið verið góður á City of Manchster Stadium, men í fyrra hálvleiki var eimki lív í. Um tað var kavin ella vánaliga fótbóltsspælið skal verða ósagt, men tað var ringt at fáa eyga á týdningin av dystinum útfrá stemninginum í fyrra hálvleiki. Hinvegin so fekk dómarin sjálvandi av at vita. Sum vanligt er, so er tað ikki tí at hann dømir skeivt sum so, men áskoðararnir vilja bara hava hann at døma til teirra fyrimun. Kanska var vánaliga fótbóltsspælið orsøkin til, at áskoðararnir vendu øll eyguni móti dómarinum.
Í seinni hálvleiki kom meira ferð á dystin og tað hjálpti av álvara uppá stemningin. Teir spælararnir, ið tað bleiv sungið mest um vóru útskiftararnir Craig Bellamy hjá Manchester City og Fernando Torres hjá Liverpool. Báðir komu inn, men teir fingu ikki sett annað enn lív í áskoðararnir. Ein hending, sum kanska lýsir dystin væl, var tá eitt City hornaspark endar beint í heysinum á Ryan Babel, sum smellur í gólvið. Áskoðararnir hjá City reistust flennandi og klappaðu sum vóru teir í sirkus. Onglendingar duga væl at sóla sær í ólukkuni hjá mótstøðuliðnum. Hendan hendingin var einki undantak.
Munur á
Einki mál kom í dystinum og eftir dystin tosaðu áskoðararnir um at dysturin var “boring” og “dull”. Dysturin var týpiskur fyri Liverpool seinastu dystirnar. Nógvar nærdystir, tætt samanpakkaðir í verjupartinum og nógv kort fyri harðligar taklingar. Rafael Benitez vísti á eftir dystin, at Chelsea, Arsenal og Manchester United(í Carling Cup hálvfinaluni) hava tapt á City of Manchester Stadium hetta kappingarárið, so hann var ikki ónøgdur við úrslitið. Roberto Mancini, venjari hjá City, var heldur ikki ónøgdur við úrslitið, og so kundi tað væl ikki verða annarleiðis.
Dysturin á Goodison Park hevði tað mesta, sum ein fótbóltsdystur skal hava. Stemningurin var góður allan dystin, fleiri mál og fegnir og skuffaðir áskoðarar. Dysturin á City of Manchester Stadium manglaði nógv. Undir miðal stemningur í fyrra hálvleiki, ongi mál og lítið av góðum fótbóltsspælið. Áskoðararnir fóru næstan tómhendir heim.