Rós til Gilla fyri sigurin á Brøndby

Gilli Rólantsson spældi allan dystin, tá AaB í dag vann 2-0 á Brøndby. Gilli var skjótasti maðurin á vøllinum

Aab vann í dag 2-0 á Brøndby í Superliguni. Gilli Rólantsson Sørensen spældi allan dystin á vinstra bakki, Hann var íblandaður í uppspælinum í fyrra málinum,og spældi annars sannførandi.

 

Gilli spældi væl so væl á vinstra bakkinum, at fleiri ferðir fekk hann rós frá donsku frásøgumonnunum Kanal 9. Viðmekrjari var fyrrverandi hjálparvenjarin á danska landsliðnum, Kjel Bordinggaard.

 

Gilli átti sín sín lut í fyrra málinum, tá hann var partur av uppspælinum. Hann dró frá vinstru síðu inn móti miðjuni, og spældi síðani vinstra vongin leysan, sum sendi bóltin innfyri, har Thomas Enevoldsen legði Aab á odda. Tá Kanal 9 setti oman á síðulinjuna greiddi Allan Kuhn, hjálparvenjari hjá AaB, frá, at hetta var ein álopsstøða teir høvdu vant.

 

Sambært Kanal 9, so var Gilli Rólantsson eisini tann spælarin, sum hevði skjótastu toppferðina í dystinum. Á skerminum stóð at lesa, at Gilli hevði eina topp ferð upp á 31,6 kilometrar um tíman. Ferðin er ein av stóru styrkunum hjá tvøramanninum.

 

Sum heild stóð Gilli seg eisini væl í verjustøðu. Tað var sjáldan, at Brøndby kom ígjøgnum í hasara síðu. Í seinna hálvleiki var eisini ein støða, har hann og Daniel Agger fóru at skumpast. Tað endaði við at annar Brøndby spælari kom Daniel Agger til hálpar og fekk gult kort.

 

 AaB liggur á øðrum plássi við 31 stigum, bert eitt stig aftanfyri FC Keypmannahavn, sum liggur á fyrsta plássi við 32 stigum. FC Midtjylland hevur eins og AaB 31 stig, men hevur eina verri málúrtøku enn AaB.