Danski landsliðsspælarin Niklas Bendtner bleiv fyrr í vetur dømdur 50 daga fongsulsrevsing fyri at hava lopið á ein hýruvognsførara. Men enn er ikki víst, nær hann skal inn at sita.
Norska felag hansara er tó ikki í iva, hann skal inn at sita sum skjótast.
- Vit vænta av honum, at hann fer inn at sita dómin skjótast gjørligt, sigur dagligi leiðarin í felagnum, Tove Moe Dyrhaug við norska TV2.
Spælarin ætlar sær tó fyrst í jólaferiu við unnustu síni. Verður fongsulsrevsingin og ferian løgd saman, fer danski áleyparin at missa part av venjingina undan næsta kappingarárið.
Felagið sigur, at avtalan við Niklas Bendtner er, at hann skal sita dómin skjótast gjørligt. Tað skyldar hann felagnum, eftir at felagið hevur stuðlað honum og givið honum ein møguleika afturat, heldur dagligi leiðarin.
Í morgin spæla Niklas Bendtner og Rosenborg steypafinalu móti Strømsgodset og 13. desembur er seinasti dysturin í ár, tá Rosenborg spælir á útivølli móti RB Leipzig í Europa League.