Rover 75 Tourer:

Nýggi Rover 75 Tourer, er ein elegantur stationvognur, ið hevur alt sum sedan útgávan hevur, so sum klassiskt design, sera góðar koyrieginleikar, og er sum ein ektaður enskur bilur innan


 

Rover 75 Tourer er ein stórur bilur, er 4.80 metrar langur, snøggur og hevur flott design. Karossaríið er væl avstívað, undirvognurin og koyrieginleikarnir eru heilt í topp, eins og á sedan modellinum. Eisini er fjaðraskipanin gjørd soleiðis, at bilurin er eins góður at koyra lastaður sum tómur. Fyri at økja um trygdina hjá teimum ferðandi, er ein innbygdur stálringur aftan á bilinum, sum ger, at bilurin betur tolir ein harðan stoyt aftanífrá. Rover 75 hevur eftir stuttari tíð fingið fleiri virðislønir.

 

Classic, Club ella Connoisseur

 

Takstativið á Rover 75 Tourer er konstruerað til at bera eina viðførisboks ella líknandi, sum kann viga upp til 100 kg. Í fyrstu atløgu fæst bilurin við hesum motorstøddum: 1.8, 2.0 og 2.5 litur bensinmotorum, eins og hann eisini fæst við automatiskum gearum. Rover 75 Tourer ein praktiskur bilur við stórum viðførisrúmi og lastar nógv. Baklúkan er stór og lætt er at fáa viðførið inn, eins og rúturin í baklúkuni kann latast upp. Bilurin verður at fáa í útgávunum Classic, Club ella Connoisseur. Derek Brockie frá DB Bilum, sigur at Rover 75 Tourer eru á veg og prísurin verður umleið 20.000 krónurmeira enn ein samsvarandi sedan kostar.

 

Kelda: Tíðindaskriv frá Rover Danmark